Bóghvítuhvalur
Bóghvítuhvalur (eisini nevndur rovhvalur, mastrarhvalur, mastrarfiskur, æðuhvalur og steyrhvalur) (frøðiheiti - Orcinus orca) er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hornið á kallhvalinum er stórt (1,8 m) og tríhyrnt, men hornið á kvennhvalinum er minni (0,9 m) og meira árundað aftantil. Bóghvítuhvalur hevur 10-13 tenn hvørjumegin í kjaftinum. Tær eru eitt sindur bogaðar og 6-8 cm langar. Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um í Norðurhøvum, bæði við strendurnar og pelagiskt og úr heitum sjógvi niður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyri Lofot, millum Føroya og Íslands, eisini undir Íslandi.
40 ára gamla djóravenjarinnan Dawn Brancheau varð 25. februar 2010 dripin av einum 30 ára gomlum bóghvítuhvali. Tilburðurin var í kendu undirhaldsparkini Sea World í Orlando, Florida. Kvinnan var júst í holtur við at greiða fólki frá undirhaldinum, tá hon var áhaldsin og datt út í hylin. Bóghvítuhvalurin kom eftir henni og dró hana til botns. Hesin bóghvítuhvalurin er umleið 30 ára gomul hon og vigar umleið 6 tons. Hon eitur Tilikum, ið merkir vinur, og hon hevur verið í Sea World seinastu átjan árini. 40 ára gamla Dawn Brancheau var ein av mest royndu starvsfólkunum og von at vera um hesar hvalir. Sea World í Florida er sera kent fyri framførslur sínar við bóghvítuhvalum, delfinum og kópum, men tað er eftir øllum at døma ikki av ongum, at bóghvítuhvalur á enskum verður nevndur killer whale.