Jump to content

Kanada

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Canada)
Anbefallaðu greinunum
Canada
Flagg Kanada
(Flagg Kanada)
Skjaldarmerki Kanada
(Skjaldarmerki Kanada)
Tjóðarslagorð: A Mari Usque Ad Mare (latín)
"Frá havi til hav"
Tjóðsangur: O Canada
Alment mál Enskt, franskt
Høvuðsstaður Ottawa
Kongur
Ríkisumboðsmaður
Charles III
Mary Simon
(Governor General)
Forsætisráðharri Justin Trudeau
Fullveldi 1. juli 1867
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9 984 670 km²
8,92 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2016
 - tættleiki
 
35 151 728
3.4/km²
Gjaldoyra Kanadiskur dollari (CAD)
Tíðarøki UTC -3.5 til -8
Økisnavn á alnetinum .ca
Telefonkota +1

Kanada er heimsins næststørsta land, næstan 10 milliónir ferkilometrar, og har búgva uml. 35 milliónir fólk. Høvuðsstaðurin kallast Ottawa, og størsti býurin er Toronto. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og franskt. Fimta hvørt fólk í Kanada hevur franskt sum móðurmál.[1] Kanada hevur mark við USA og Grønland.

Fyrstu amerikanararnir komu úr Ásia um Beringssund fyri einum 50 000 árum síðan. Nú á døgum eru teir bara elalítil partur av fólkinum í Kanada. Í 19. øld vórðu mangir indiánar beindir í egin friðingarøki, tá ið niðursetufólkið hevði tikið jørð teirra. Evropearar hava sett seg niður í Kanada síðan í 16. øld, men í 19. øld fóru ógvuliga nógv fólk at flyta hagar. Atvoldirnar vóru mangan hørð kor, politiskt stríð, kúgan og átrúnaðaratsóknir, har tey búðu. Kanada dró fólk at sær, tí at har var ovmikið av bíligari jørð, og fólkinum varð lovað frælsi. Fyrstu niðursetufólkini búsettu seg á eysturstrondini, men fólk fóru vestureftir í 19. øld, so hvørt sum ídnaðurin menti seg.

Litirnir, reytt og hvítt, vóru viðurkendir sum almennir litir í Kanada í 1921. Kanadiar tóku flaggið til sín, sum sítt egna, 15. desember 1964. Flaggdagur verður hildin 15. februar. Tann dagin í 1965 fór flaggið av bakkastokki út í allan heim.

Kanada ætlar sær í 2013 at gera krav uppá Norðpólin og tað ríka havið har. Kravið verður sett fram í sambandi við at Kanada fer at søkja ST um munandi størri øki norðanfyri í Arktis. Kravið verður í stríð við bæði Danmark og Russland, sum bæði eisini fara at krevja rættindi til havið um Norðurpólin. Tey fara at grunda sítt krav við, at Norðpólurin liggur í teirra landgrunni[2][3]. Sambært ST-havrættarsáttmálanum[4] mugu partarnir tó leggja fram jarðfrøðilig prógv fyri náturliga framhaldinum av landgrunninum út um 200 fjórðingar.[5]

Inuittar.

Til um 1600 búðu bara indiánar og inuittar í Kanada. Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Kanada, men eftir drúgt stríð tóku bretar valdið í 1763. Sum tíðin leið, løgdu teir tað, ið eftir var av landinum, undir seg, so hvørt sum bretsk niðursetufólk fóru vestureftir og norðureftir.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Kanada, helst úr Evropa, Ásia og Suðuramerika. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Kanada er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Norðuramerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Fyri ikki so langari tíð síðan vóru flestu fólk í Kanada ættað frá bretskum og fronskum niðursetufólki.

Flestu fólk av franskari rót, búgva í landslutinum Quebec. Næstafjølmentasta fólkaslagið er italiafólkToronto er fimtstørsti italski býur í heiminum. Seinastu tíðina eru mangir tilflytarar komnir úr Eysturevropa, Landsynningsásia og Suðuramerika.

Síðan 1970 hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur kanadiska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Nýliga hava indiánar og inuittar ymsastaðni í Kanada vunnið mist rættindi aftur og hava fingið rætt til lendið hjá forfedrum sínum - Í 1999 fekk Nunavutlandið heimastýri.

Íshockey.

Fyri einum 25 árum siðan peiggjaðu stórir sjónvarpskampar høgt upp um mangar húsatekjur í Kanada, teir skuldu taka ímóti sendingum úr USA. Kaðalsjónvarpi fyri at takka eru grefligu kamparnir tiknir niður; men mentanin úr USA hevur enn stóra ávirkan. Sjónvarps- og útvarpssendingar, tónleikur og bøkur haðan floyma inn í Kanada. Til tess at eggja fólki at verja egna mentan og kanadiska samleika sín hava myndugleikarnir játtað listafólkunum, útvarps- og sjónvarpsfeløgum, forløgum og filmslistafólkum nógvan pening.

Best dámdu ítróttir í Kanada eru íshockey og lacrosse.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Stóru Grasfløturnar.

Kanada er næstastørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingur av norðuramerikanska meginlandinum, fimm tíðarsonur eru, og landið er skift sundur í tíggju landslutir og trý meginøki. Tríðingurin av Kanada er norðan fyri Norðurpólkring, og har er javnan frost í jørðini níggju mánaðir um árið. Í hesum kalda og harðbalna landslagið, sum verður kallað frostmýrar, veksur bara mosi, gras og lágir runnar og smá trø. Syðri er stóri nálaskógurin. Tætt við markið í USA er tempraður leyvskógur, nálaskógur og víðar grasfløtur.

Miðskeiðis í Kanada og USA eru Stóru Grasfløturnar ella prerian, sum lendið eisini verður kallað (Stóru Grasfløturnar, ella á enskum Great Plains). Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.

Stóruvøtn.

Á markinum ímillum Kanada og USA eru eisini Stóruvøtn (ella á enskum Great Lakes). Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Bara Michiganvatn, vinstrumegin, er sunnan fyri markið. Ímillum vøtnini eru grivnar siglingarveitir, og samband er við St. Lawrenceá, sum rennur út í Atlantshav. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossarenskum Niagara Falls).

Niagarafossur.

Hóast Kanada er ovurstórt land, er tað eitt av teimum mest oydnu, tí at í stórum pørtum í landinum ber ikki til at búgva, og í miðal búgva bara 3 fólk á hvørjum km2. Næstan 75 % av fólkinum búgva tætt við markið ímillum Kanada og USA – I býum við Stóruvøtn og fram við St. Lawrenceflógva. Markið ímillum USA og Kanada er heimins longsta óvarda landamark. Fólkið, ið eftir er, býr í útróðrarbygdum við strondina, á gørðum og í smábýum inni í landinum. Í stórum pørtum í Kanada (helst í Útnyrðingspartinum og Yukon) liva fleiri dýr enn menniskju.

Landslutir og meginøki í Kanada

[rætta | rætta wikitekst]

Landið er skift sundur í tíggju landslutir (provinces) og trý meginøki (territories).

Landslutir og meginøki í Kanada
Landslutur/meginøki Høvuðsstaður Vídd Íbúgvar (2007)
1 Ontario Toronto 917,741 km² 12 753 702
2 Quebec Quebec City 1,356,128 km² 7 687 068
3 Nova Scotia Halifax 53,338 km² 932 966
4 New Brunswick Fredericton 71,450 km² 748 878
5 Manitoba Winnipeg 553,556 km² 1 182 921
6 British Columbia Victoria 925,186 km² 4 352 798
7 Prince Edwardsoy Charlottetown 5,660 km² 138 800
8 Saskatchewan Regina 591,670 km² 990 212
9 Alberta Edmonton 642,317 km² 3 455 062
10 Nýfundland og Labrador St. John's 373,872 km² 506 548
11 Northwest Territories Yellowknife 1,183,085 km² 41 795
12 Yukon Whitehorse 474,391 km² 30 883
13 Nunavut Iqaluit 1,936,113 km² 31 216
Kanada Ottawa 9,984,670 km² 33 141 800

Nú á døgum er Kanada framkomið ídnaðarland og eitt av ríkastu londum í heiminum. Viður, málmur og olja eru høvuðsstuðlarnir undir ídnaðinum. Kanada er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Kanada við USA og Meksiko um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan NAFTA-avtalan hevur havt á búskapin í londunum.

Nakrir av teimum ríkastu og fátækastu landslutunum í Kanada eru í eystara parti í landinum. Landslutirnir Ontario og Quebec, sum eru við Stóruvøtn og St. Lawrenceflógva, eru ídnaðarmiðdeplarnir í Kanada og ógvuliga ríkir. Har býr eisini mesta fólkið í landinum. Landslutirnir á veðurringu og ómildu eysturstrondini eiga næstan eingi ráevni í jørðini, og seinastu árini hevur fiskiskapurin verið ógvuliga vánaligur á hesum leiðum. Av tí at veðurlagið er so harðført og jørðin kørg, gevur landbúnaðurin lítið av sær, tó er øðrvísi og mildari veðurlag við strendurnar longri suðuri og sunnarlaga í Ontario. Í landnyrðingsendanum á Erievatni, á markinum ímóti USA, er Niagarafossur; nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum.

Grasfløturnar eru týdningarmesta landbúnaðarlendið í Kanada, mest verður velt av hveiti, og har er nógv neytahald. Aðrastaðni verður nógv frukt og grønmeti dyrkað. Súrepli eru týdningarmesta frukt í landinum. Ímillum Ontariovatn og Erievatn er fruktagóða lendið Niagara. Vøtnini verja lendið fyri kalda veðurlagnum norðaneftir, og tað hevur við sær, at til dømis perur, blommur, ferskur og kirsiber vaksa væl har á leiðini.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Í 2016 búðu 7,2 mió fólk í Kanada, sum høvdu franskt sum teirra móðurmál. Tað eru 20,68 prosent av samlaða fólkatali í landinum. Fólkatalið í Kanada var uml. 34,8 mió hetta árið: Census Profile, 2016 Census - Mother tongue, statcan.gc.ca
  2. "Canada to Claim North Pole : Discovery News". 2013-12-15. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-15. http://archive.today/XOBEK. 
  3. Canada makes North Pole claim, foxnews.com
  4. United Nations Convention on the Law of the Sea of 10 December 1982, un.org
  5. A new Cold War in the Arctic?, dw.com
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy