Bárður Jákupsson
Bárður Jákupsson er føddur 23. desember 1943 í Tórshavn og er føroyskur listamálari og rithøvundur.
Bárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í 1967 giftist hann við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Tey búgva í Hoyvík og eiga tríggjar synir: Róaldur (1974), Sveinur (1976) og Heðin (1980).
Hann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í Keypmannahavn 1970-1972. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya Fólkaháskúla, og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya.
Sum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist.
Verk
[rætta | rætta wikitekst]- Mikines. E. Thomsen, 1990 (255 s., dansk og færøsk, fik Færøernes litteraturpris for skønlitteratur i 1991)
- William Heinesen som billedkunstner, i Tårnet midt i verden. 1994
- Tummas Arge. Listasavn Føroya, 1998
- Myndlist í Føroyum. Sprotin, 2000 – ISBN 99918-44-53-8
- Færøernes Billedkunst. Atlantia, 2000 – ISBN 87-91052-00-9 (donsk útgáva)
- Ingálvur av Reyni, 25 vatnlitamyndir. Atlantia, 2001 – ISBN 87-91052-01-7 (danskt og føroyskt)
- Tre Brødre (um listabrøðurnar Torbjørn, Hans Paula og Marius Olsen)
- Randers Kunstmuseum og Kastrupgårdsamlingen 2006
- Pictorial Arts in the Faroe Islands, Sprotin 2007
- Torbjørn Olsen, Atlantia 2007
Hevur harumframt skrivað eina langa røð av greinum í tíðarrit, myndaskráir, yvirlitsverk, listafrøðisbøkur o.t. um føroyska list;
Myndprýðingar
[rætta | rætta wikitekst]Bóka- og veggjaprýði vm.
[rætta | rætta wikitekst]Myndskrýtt rættiliga nógvar bøkur:
- Snæbjørn og Óli Jarnheysur, Bókagarður 1974
- Litflora, Føroya Fróðskaparfelag, 1980
- Teknað 24 frímerkjarøðir fyri Postverk Føroya
Prýðing av rúmum, bygningum vm.
[rætta | rætta wikitekst]- Landssjúkrahúsið (barnadeildin)
- Føroya Handilsskúli
- Lágargarður
- Fróðskaparsetur Føroya
- Dronningens Ferieby, Grenå DK (Statens Kunstfond)
- Østre Landsret, Keypmannahavn
- Norrøna (Smyril Line)
Senografi
[rætta | rætta wikitekst]Senografi til ballettina Harra Pætur og Elinborg, Íslendska Ballettin.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 1976 - Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
- 1991 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
- 1991 - Arbeiðslegat frá Statens Kunstfond
- 2019 - Mentanarvirðisløn Landsins 2018[1]
- Heiðurslimur í Tjaldur-Finland[2] og Samfundet Sverige-Färöarna.[3]
- Limur í Kunstnersamfundet DK.
Bókmentir um Bárður Jákupsson
[rætta | rætta wikitekst]- Steinbjørn Berghamar Jacobsen: Bárður Jákupsson. Norðurlandahúsið, 1994
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Winther, Dávur (24. januar 2019). "Mentanarvirðislønir landsins 2018". Norðlýsið. https://nordlysid.fo/tidindi/58109/mentanarvirdislonir-landsins-2018. Heintað 19. januar 2020.
- ↑ Gallerí Fold - Bárður Jákupsson , myndlist.is
- ↑ Samfundet Sverige-Färöarna, framsyning.net