Jump to content

2012

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Árstal
2009 2010 201120122013 2014 2015
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

2012 (MMXII) er tað 503. skotár síðan Kristi Føðing. Árið byrjaði ein sunnudag.

  • 1. januar - Ein augustur gjørdi landgongd í Nesi í Hvalba nýggjársmorgun, hann lá á liðini og var illa fyri. Ongin roynd var gjørd at fáa hann útaftur, og hann doyði seinni sama dag.
  • 22. mars - Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantic Airways kemur til Føroya frá Airbus-verksmiðjuni í Hamburg í Týsklandi.
  • 28. mars - Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantic Airways fer fyri fyrstu ferð í rutuflúgving. Hesin fyrsti rutuflogtúrurin er til Kastrup Flogvøll í Keypmannahavn.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur

[rætta | rætta wikitekst]
Landsdystir menn
[rætta | rætta wikitekst]
Landsdystir kvinnur
[rætta | rætta wikitekst]
Føroyameistarakappingin
[rætta | rætta wikitekst]
  • 6. oktober - EB/Streymur vann sítt annað føroyameistaraheitið við 58 stigum, ÍF vann silvur við 54 stigum og HB vann bronsu við 45 stigum, sama stigatal sum KÍ og Víkingur, men HB hevði betri málúrtøku. FC Suðuroy endaði niðast við 9 stigum og B68 endaði næstniðast við 24 stigum, sama stigatal sum TB, men B68 hevði verri málúrtøku. Niðurflytarar gjørdust tí FC Suðuroy og B68.
  • 22. september spældu KÍ kvinnur seinasta dystin og kundu enda kappingarárið við enn einum føroyameistaraheiti, hesaferð við 52 stigum. Nummar tvey gjørdist B36 við 45 stigum og nummar trý gjørdist AB við 37 stigum.
Steypakappingin
[rætta | rætta wikitekst]
  • 25. august - Víkingur vann steypafinaluna móti EB/Streymi eftir umdyst og brotsparkskapping. Vanligi dysturin endaði 2-2, í longdu leiktíðini gjørdist støðan 1-1 (tvs. samlað 3-3). Síðan var brotssparkskapping, sum endaði 4-5 (EB/Streymur 4 og Víkingur 5).
  • 25. august - KÍ kvinnurnar vunnu steypafinaluna 2-1 móti B36.

Hondbóltur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Pál Joensen luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyski svimjarin, sum hevur klárað at kvalifisera seg til OL. Hann svam fyri Danmark, tí Føroyar ikki er sjálvstøðug tjóð og tí ikki fær loyvi til at kappast innan OL. Pál kom ikki í nakra finalu, hann gjørdist nummar 10, 13 og 17 í teimum trimum kappingunum, ið hann luttók í. Men tað er stórt yvirhøvur at koma við til OL. Hann var annar føroyingurin nakrantíð, ið hevur luttikið á OL. Hin føroyingurin er Katrin Olsen.
  • 16. desember - Pál Joensen vann sítt fyrsta HM heiðursmerki (og fyrsta HM heiðursmerki nakar føroyingur hevur vunnið innan tær stóru ítróttagreinirnar) tá hann gjørdist nummar trý í 1500 metrum frí á HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul. Hann kom á mál við tíðini 14:36.93 og vann HM bronsu.
  • 17. juli - Tað eydnaðist fýra monnum at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, sum er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra vóru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir vóru eisini við á Trøllkonufingri, men komu ikki heilt upp á toppin, teir vóru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.

Føðingar

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy