Jump to content

Hákun Magnusson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hákun Magnusarson (Høggmynd í dómkirkjuni í Stavanger. Ennisbandið við rósumynd sýnir hertogatign hansara.)[1]
Grøvin har Kong Hákun 5. Magnusson liggur grivin.

Hákun Magnusarson V ella Hákun 5. Magnusson (føddur 1270 í Noregi, deyður 8. mai 1319 í Tønsberg í Vestfold) var kongur Noregs frá 1299 til 1319.

Hann var sonur Magnus Hákunarson Lógbøtara (1238–1280) og Ingeborg av Danmark (d. 1287). Hann vaks upp í Oslo og varð hertogi á formligan hátt í 1273 (í roynd og veru í 1284). Hákun gjørdist norskur kongur eftir bróðurin Eirik Magnusson í 1299 og var kongur Noregs til hann doyði í 1319. Hákun var seinasti maður av Sverrisættini.[1]

Hann er eitt nú kendur fyri at lata byggja Akershus borgina, Vardøhus borgina og Bohus borgina. Sum hertogi setti Hákun tann 28. juni 1298 seyðabrævið í gildi, t.v.s. rættarbót viðvíkjandi búnaðarviðurskiftunum í Føroyum.[2]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. 1.0 1.1 H.J. Debes: Føroya søga 2. Skattland og len., Tórshavn 1995. S. 25
  2. Seyðabrævið 1298 - Kongsbókin, history.fo
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy