Jump to content

Internet

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Internet merkir millumnet og er eitt net, sum bindur saman teldur um allan heim. Netið verður brúkt til ymsar tænastur, har tær mest kendu eru World Wide Web, teldupostur og IP-telefoni. 2. oktober 2019 fylti internetið 50 ár. Tað byrjaði alt við einari hernaðarroynd á UCLA í 1969, har tvær teldur vórðu settar saman, og meiningarleyst data varð sent millum tær. Internetið varð útviklað til hernaðarligt brúk. Undir kalda krígnum var ein vandi fyri atombumbuálopi. Um ein atombumba varð brostin á eitt sentralt stað í hernaðarrøðini, var alt samskifti kryplað. Ætlanin við internetinum var tí at skapa eitt netverk, har einki var sentralt. Alt skuldi vera bundið saman við alt, soleiðis at um eitt stað varð tikið burtur, t.d. av einari atombumbu, var enn gjørligt at samskifta millum tey yvirlivandi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy