Jump to content

Evangelium

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Evangeliið eftir Markus.

Evangelium er heitið, sum kristna frumkirkjan gav bókum, sum vórðu skrivaðar um lív Jesusar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.

Orðafrágreiðing

[rætta | rætta wikitekst]

Orðið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). Orðið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur keisari varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu kristnu brúktu hetta orðið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi keisarin, Kongur konganna, Jesus var føddur. Í 2. øld fekk tað týdningin eitt skjal, sum í N.T. sigur frá Jesu orðum og gerðum, til dømis Lukasar evangelium.

Synoptisku evangeliini

[rætta | rætta wikitekst]

Tey fyrstu trý evangeliini, Matteus, Markus og Lukas, verða rópt tey synoptisku evangeliini, tí tey eru í stóran mun bygd á hvørt annað. Í støðum sitera tey hvørt annað beinleiðis, í øðrum førum sitera og leggja tey ymiskt aftrat ella takað ymiskt burtur. Ymiskar teoriir eru um hvussu hendan ritstjóran er farin fram. Spurningurin um hesa ritstjóran verður róptur synoptiski trupulleikin. Summi vísa til eina ókenda keldu, kallað Q (stytting av týska orðinum "Quelle", sum merkir kelda), sum evangelistarnir bygdu sína skriving á. Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið hjá Markus var tað fyrsta, sum varð skrivað. Sambært summum kemur síðani Matteus og so Lukas. Ósemja er um nær synoptisku evangeliini vórðu skrivað, men vanligt er at siga, at tað eftir Markus varð skrivað í 50-60, Matteus umleið 70 og Lukas umleið 80.

Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið eftir Jóhannes var tað seinasta evangeliið, sum varð skrivað. Hetta tí, at Jóhannes hevur mest mentu gudfrøðina av øllum evangeliunum. Granskarar meta at Jóhannesar evangeliið varð skrivað í 90-100.

Onnur evangeliir

[rætta | rætta wikitekst]

Tað vóru nógv onnur evangeliir skrivað enn tey fýra kanonisku. Tað kendasta av hesum er óivað tað eftir Tummas. Onnur eru tey eftir Mariu Magdalenu, Pætur, Jákup og Judas, millum annað. Nógv av hesum høvdu sín uppruna í gnostisku rørslunum, sum tóku seg upp í 2. øld e.Kr. So at siga allir granskarar eru samdir um, at hesi evangeliir ikki eru søguliga eftirfarandi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
pFad - Phonifier reborn

Pfad - The Proxy pFad of © 2024 Garber Painting. All rights reserved.

Note: This service is not intended for secure transactions such as banking, social media, email, or purchasing. Use at your own risk. We assume no liability whatsoever for broken pages.


Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy